Skriva út  

Vegleiðing um mvg

Trýst á evnini niðanfyri og fá viðkomandi vegleiðing.

Tú kanst eisini skriva í leititeigin omanfyri. Skriva alt orðið, t.d. mvg-uppgerð, ella ein part og enda við stjørnutekni, t.d. mvg*. Leitað verður bert í vegleiðingarpartinum, ikki aðrastaðni á síðuni.

Vegleiðingar eru annars eisini at finna undir knøttinum “Hjálp” undir hvørjum høvuðsevni sær, tá tú trýstir á tey á grøna bjálkanum.


Mvg-uppgerðin liggur klár at fylla út ein mánað og 10 dagar áðrenn síðstu innlatingarfreist. Hevur tú latið inn áður, dagfør so við røttum tølum og lat inn, eisini um upphæddin er 0. Trýst á spurnarteknið út fyri hvønn teig og fá frágreiðing um viðkomandi evni.

Yvirlit yvir mvg-uppgerðir, sum virkið hevur latið inn í ár. Til at síggja eldri uppgerðir, vel tíðarskeið og trýst á "Vís". Leitingin er avmarkað til 2 ár í senn.

Til ber at rætta í innlatnum mvg-uppgerðum.

Yvirlit yvir mvg-uppgerðir, sum liggja klárar at gjalda, men ikki eru innlatnar.

Øll virkir, ið eru skrásett sambært mvg-lógini, skulu føra roknskap yvir keyp og sølu av vørum og tænastum, so at tey kunnu gera upp tað meirvirðisgjald, sum skal rindast TAKS.

Virkir skulu gera upp mvg-skyldiga sølu fyri hvørt avgjaldstíðarskeið. Bókhaldið í einum avgjaldstíðarskeiði skal fevna um sølu av vørum og tænastum og um úttøku til eginnýtslu hjá handhava ella til starvsfólk, umboðan o.a. í tíðarskeiðnum.

Virkir skulu kunna skjalprógva mvg, ið er drigið frá sum keyps-mvg. Hetta kann gerast við faktura ella avrokningarskjali. Fyri vørur, sum virkir hava innflutt, verður tollrokningin frá TAKS nýtt sum skjalprógv.

Les meira um mvg á www.taks.fo

Mvg-uppgerðir skulu latast inn fýra ferðir um árið, ein pr. ársfjórðing.

 

Innlatingarfreistir

Fyri 1. ársfjórðing (januar-februar-mars) er innlatingarfreistin 10. mai
Fyri 2. ársfjórðing (apríl-mai-juni) er innlatingarfreistin 24. august
Fyri 3. ársfjórðing (juli-august-september) er innlatingarfreistin 10. november
Fyri 4. ársfjórðing (oktober-november-desember) er innlatingarfreistin 10. februar árið eftir

Fellur á vikuskifti ella halgidag, er freistin fyrstkomandi gerandisdag.

 

Innlatingarfreistir hjá virkjum, ið hava negativt mvg

Virki, ið javnan hava negativt mvg, kunnu søkja um at lata mvg-uppgerð inn eina ferð um mánaðin ella eina ferð um vikuna.

Mánaðarligu innlatingarfreistirnar eru hin 10. tveir mánaðir eftir avrokningarmánaðin. Fellur á vikuskifti ella halgidag, er freistin fyrstkomandi gerandisdag.

Vikuligu innlatingarfreistirnar eru sjeynda mánadagin eftir avrokningarvikuna. Fellur á halgidag, er freistin fyrstkomandi gerandisdag.

Les meira um at lata inn mvg-uppgerð á www.taks.fo

Leinki

Les meira um mvg á www.taks.fo

 

Lógargrundarlag

Mvg-lógin (www.taks.fo)