Mvg-freistin útsett

Seinasta freist at lata inn og avrokna mvg fyri 1. ársfjórðing 2020 er útsett frá 11. mai 2020 til 16. november 2020. Hetta hevur løgtingið samtykt sum part av hjálparpakkanum til vinnuna í sambandi við koronasmittuna. Í lógini er útsetta freistin ásett at vera 15. november, men við tað at hetta er sunnudagur, er rætta freistin 16. november.

Til ber tó framhaldandi at avgreiða mvg til vanliga tíð, bæði lata mvg-uppgerð inn, rinda mvg og fáa mvg afturborið.