Skriva út  

Vegleiðing um lønir

Trýst á evnini niðanfyri og fá viðkomandi vegleiðing.

Tú kanst eisini skriva í leititeigin omanfyri. Skriva alt orðið, t.d. útgjaldingar, ella ein part og enda við stjørnutekni, t.d. útgj*. Leitað verður bert í vegleiðingarpartinum, ikki aðrastaðni á síðuni.

Vegleiðingar eru annars eisini at finna undir knøttinum “Hjálp” undir hvørjum høvuðsevni sær, tá tú trýstir á tey á grøna bjálkanum.


Samlað yvirlit yvir lønir, frítíðarlønir og eftirlønir, sum virkið hevur goldið starvsfólkum sínum eitt ávíst tíðarskeið. Inniverandi ár er sett sum standard, men tú kanst eisini leita fram eldri yvirlit. Leitingin er avmarkað til 2 ár í senn.

Skriva yvirlitið út við at trýsta á knøttin “Skriva út”. Flyt tað yvir í Excel við at trýsta á knøttin "Flyt út dáta".

Yvirlit yvir lønir, sum virkið hevur goldið einum ávísum starvsfólki. Inniverandi ár er sett sum standard, men tú kanst eisini leita fram eldri yvirlit. Leitingin er avmarkað til 2 ár í senn.

Til at síggja yvirlitið, skalt tú kenna p-tali hjá viðkomandi starvsfólki.

Skriva yvirlitið út við at trýsta á knøttin “Skriva út”. Flyt tað yvir í Excel við at trýsta á knøttin "Flyt út dáta".