Vegleiðing um generell viðurskifti á síðuni
Vinnugluggin er bygdur upp við einari grønari høvuðsmenu ovast. Trýst á eitt evni, og fram kemur ein grá undirmenu við fleiri møguleikum.
Uttast til høgru á høvuðsmenuini kunnu vera tríggjar hvítar strípur Tær fortelja, at fleiri evnir eru at velja í á høvuðsmenuini. Trýst á strípurnar, og tey koma fram.
Vinnugluggin er gjørdur til teldur og teldlar. Vit mæla til at brúka hann á hesum tólum.
Vinnugluggin virkar í øllum vanligum browsarum, t.d. Chrome, Firefox og Internet Explorer.
Hav tó í huga:
Ritar tú inn við gamla brúkaranum (Java), skalt tú brúka Internet Explorer ella Firefox.
Ritar tú inn við Samleikanum, kanst tú rita inn við øllum browsarum.
Gev gætur, at Mínlykil kann ikki brúkast longur og at framyvir skal ritast inn í Vinnugluggan við Samleikanum. Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú bíleggja hann á www.samleikin.fo.
Oman fyri hvørja talvu á síðuni er ein knøttur, sum eitur “Flyt út dáta”. Trýst á hann og flyt upplýsingarnar frá talvuni yvir í Excel.
Vilt tú fáa meira at vita um einhvørja funku á Vinnuglugganum, kanst tú skriva í leititeiginum ovast til vinstru. Skriva antin alt leitorðið ella ein part og enda við stjørnutekni (*).
Leititeigurin er bert til síðurnar, sum hoyra til "Vegleiðingar".
Fyri at verja upplýsingar tínar, skalt tú minnast til at rita út aftur, tá ið tú hevur avgreitt ørindi tíni á Vinnuglugganum. Trýst á gula knøttin “Rita út” ovast til høgru á síðuni. Skipanin ritar teg sjálvvirkandi út tveir tímar eftir seinastu hending.