Skriva út  

Vegleiðing um generell viðurskifti á síðuni

Trýst á evnini niðanfyri og fá viðkomandi vegleiðing.

Tú kanst eisini skriva í leititeigin omanfyri. Skriva alt orðið, t.d. uppbygnaður, ella ein part og enda við stjørnutekni, t.d. uppb*. Leitað verður bert í vegleiðingarpartinum, ikki aðrastaðni á síðuni.

Vegleiðingar eru annars eisini at finna undir knøttinum “Hjálp” undir hvørjum høvuðsevni sær, tá tú trýstir á tey á grøna bjálkanum.


Vinnugluggin er bygdur upp við einari grønari høvuðsmenu ovast. Trýst á eitt evni, og fram kemur ein grá undirmenu við fleiri møguleikum.

Uttast til høgru á høvuðsmenuini kunnu vera tríggjar hvítar strípur  Tær fortelja, at fleiri evnir eru at velja í á høvuðsmenuini. Trýst á strípurnar, og tey koma fram.

Vinnugluggin er gjørdur til teldur og teldlar. Vit mæla til at brúka hann á hesum tólum.

Vinnugluggin virkar í øllum vanligum browsarum, t.d. Chrome, Firefox og Internet Explorer.

Hav tó í huga:

Ritar tú inn við gamla brúkaranum (Java), skalt tú brúka Internet Explorer ella Firefox.

Ritar tú inn við Samleikanum, kanst tú rita inn við øllum browsarum.

Gev gætur, at Mínlykil kann ikki brúkast longur og at framyvir skal ritast inn í Vinnugluggan við Samleikanum. Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú bíleggja hann á www.samleikin.fo.

Oman fyri hvørja talvu á síðuni er ein knøttur, sum eitur “Flyt út dáta”. Trýst á hann og flyt upplýsingarnar frá talvuni yvir í Excel.

Vilt tú fáa meira at vita um einhvørja funku á Vinnuglugganum, kanst tú skriva í leititeiginum ovast til vinstru. Skriva antin alt leitorðið ella ein part og enda við stjørnutekni (*).

Leititeigurin er bert til síðurnar, sum hoyra til "Vegleiðingar".

Fyri at verja upplýsingar tínar, skalt tú minnast til at rita út aftur, tá ið tú hevur avgreitt ørindi tíni á Vinnuglugganum. Trýst á gula knøttin “Rita út” ovast til høgru á síðuni. Skipanin ritar teg sjálvvirkandi út tveir tímar eftir seinastu hending.

Farspor á Vinnuglugganum

Farspor er tað, sum á enskum eitur cookie. Tað er ein lítil tekstfíla, sum verður goymd á telduni, teldlinum ella telefonini, tá ið tú vitjar eina heimasíðu, eisini Vinnugluggan. Farspor innihalda ikki skaðilig forrit ella virus.

Niðanfyri kanst tú lesa meira um farspor á Vinnuglugganum.

Nýtsla av farsporum á heimasíðuni
Tað er neyðugt at nýta farspor, fyri at heimasíðan skal virka eftir ætlan. Farspor kunnu eisini geva okkum yvirlit yvir, hvussu tú nýtir síðuna, so at vit kunnu menna hana eftir tørvi og áhuga tínum. Til dømis minnast farspor, hvat mál, tú vilt nýta, og um tú ert innritað/ur. Farspor gera eisini, at vit kunnu vísa videobrot á síðuni frá eitt nú YouTube. Sum heild nýta vit farspor fyri at gera síðuna so viðkomandi fyri teg, sum til ber.

Hvussu leingi verða farspor goymd?
Tað er ymiskt. Tíðin verður roknað, frá tí at tú vart inni á síðuni seinast. Farsporini strika seg sjálv, tá ið tíðin er farin.

Tú kanst altíð velja farspor frá
Tað gert tú við at broyta stillingar í kaganum. Hvar stillingarnar eru, veldst um, hvønn kaga, tú nýtir. Farspor, sum Google Analytics nýtir, kanst tú velja frá við at installera eitt add-on í kagan. Tað eitur Google Analytics Opt-out og kann heintast her. Minst tó til, at velur tú farspor frá, kanst tú ikki nýta tær tænastur, sum farsporini stýra.

Soleiðis strikar tú farspor
Farspor, sum tú fyrr hevur góðtikið, kunnu lætt strikast aftur. Nýtir tú PC við nýggjari kaga, strikar tú tey við at trýsta CTRL + SHIFT + Delete á knappaborðinum. Riggar ikki, ella nýtir tú MAC, mást tú fyrst vita, hvønn kaga tú nýtir. Klikk so á eitt av hesum tilsvarandi leinkjum:

Internet Explorer

Mozilla Firefox

Google Chrome

Opera

Safari macOS

Apple iPhone/iPad

Android

Gev gætur, at nýtir tú fleiri kagar, mást tú strika farspor í øllum.

Síggj og vel farspor á Vinnuglugganum
Tú kanst velja, hvørji farspor, ið Vinnugluggin skal kunna lesa inn á títt tól.

Trýst til tess á ímyndina niðast til vinstru á Vinnuglugganum og set flugubein í tey farspor, sum tú vilt loyva. Neyðugt er ikki at rita inn.

Frá 1. juli 2021 kann bert ritast inn á Vinnugluggan við Samleikanum

Hetta er tí, at tá fara Mínlykil og Java í søguna og fara ikki longur at kunna nýtast til innritingar.

Hevur tú føroyskt p-tal, kanst tú ómakaleyst skifta til Samleikan. Soleiðis fært tú Samleikan.

 

Hevur tú ikki føroyskt p-tal, fert tú ikki at kunna nýta Vinnugluggan longur
Tú fert at skula avgreiða tíni viðurskifti við TAKS manuelt. Vit heita á hesar brúkarar um at seta seg í samband við okkum á taks@taks.fo ella á tel. 35 26 00 fyri at fáa vegleiðing.

Avgreiðslutíðin er mánadag til hósdag frá 10 til 15.

 

Hvat er ein persónsupplýsing, og hvat er at viðgera hana?

Fyri at kunna halda lógarásettu skyldur sínar, má TAKS viðgera persónsupplýsingar hjá borgarum. Stovnurin skal í tí sambandi tryggja, at viðgerðin fylgir lógarinnar reglum.

Ein persónsupplýsing er ein og hvør upplýsing um ein persón. Eitt nú um navn, bústað, p-tal, fíggjarviðurskifti, familjuviðurskifti o.a. Upplýsingar um einstaklingsvirki og partaeigarar eru eisini at rokna sum persónsupplýsingar.

At viðgera eina persónsupplýsing er at handfara hana á einhvønn hátt. Til dømis at innsavna, skráseta, lesa, goyma, víðarigeva, samanbera ella strika hana. Hvørt einstakt lið er ein viðgerð.

TAKS er dátuábyrgdari
Tað merkir, at TAKS stendur til svars fyri, at persónsupplýsingar, sum stovnurin hevur um hendi, verða viðgjørdar sambært galdandi lóg. Tað er § 8, stk. 1, nr. 3 og 5, í dátuverndarlógini, eisini nevnd løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum. Finn hana undir snarslóðum her á síðuni.

Eftir somu lóg er TAKS eisini dátuábyrgdari av persónsupplýsingum, sum stovnurin letur víðari til triðjapart, inntil tær eru í tryggari varðveitslu hjá triðjapartinum. Síðan er hann dátuábyrgdari.

TAKS er tó altíð dátuábyrgdari av persónsupplýsingum, sum verða víðarigivnar til dátufyritøkur at viðgera vegna stovnin.

TAKS fær persónsupplýsingar tríggja staðni frá.

  • Frá tær, tá ið tú letur inn sjálvuppgávu, avgreiðir toll ella hevur annað samskifti við okkum.
  • Frá sær sjálvum, eitt nú frá vakmyndatólum á flogvøllinum og farstøðini í Havn.
  • Frá myndugleikum og virkjum, eitt nú frá lønarupplýsingum frá arbeiðsgevara tínum.

Upplýsingarnar verða brúktar til at útinna tær uppgávur, sum lógin áleggur TAKS at útinna: At tryggja samfelagnum rættar inntøkur, at umsita veitingar og at verja fyri ólógligum innflutningi og útflutningi. Tað kann eitt nú vera at rokna og fáa inn skatt, toll og mvg, at rokna og rinda út barsil, frítíðarløn og eftirløn og at ansa eftir, at rúsevni ikki vera smuglað inn í landið.

Verða tær latnar víðari, og hvussu leingi verða tær goymdar?

TAKS letur neyðugar persónsupplýsingar víðari til hesar triðjapartar:

  1. dátufyritøkur til at viðgera vegna TAKS, eitt nú Pf. Elektron og Pf. Formula,
  2. løgreglu, tá ið tað krevst hjá henni fyri at kanna og avdúka eitt nú smugling,
  3. almennar føroyskar myndugleikar til teirra endamál, eitt nú ALS og Gjaldstovuni,
  4. útlendskar skattamyndugleikar, ið skulu hava tær sambært reglum um altjóða samstarv.

TAKS goymir upplýsingarnar so leingi, tær kunnu brúkast til at útinna uppgávur stovnsins. Eftir tað hava vit skyldu til at strika tær.

Eru tær víðarilatnar triðjaparti sambært punkti 1 omanfyri, skal hann strika tær samstundis sum TAKS. Eru tær víðarilatnar triðjaparti sambært punkti 2, 3 og 4, skal hann ikki strika tær, fyrr hann ikki longur kann brúka tær til at útinna lógarkravdu uppgávur sínar. 

Verða tær latnar víðari, og hvussu leingi verða tær goymdar?

TAKS letur neyðugar persónsupplýsingar víðari til hesar triðjapartar: dátufyritøkur til at viðgera vegna TAKS, eitt nú Pf. Elektron og Pf. Formula, løgreglu, tá ið tað krevst hjá henni fyri at kanna og avdúka eitt nú smugling, almennar føroyskar myndugleikar til teirra endamál, eitt nú ALS og Gjaldstovuni, útlendskar skattamyndugleikar, ið skulu hava tær sambært reglum um altjóða samstarv. TAKS goymir upplýsingarnar so leingi, tær kunnu brúkast til at útinna uppgávur stovnsins. Eftir tað hava vit skyldu til at strika tær. Eru tær víðarilatnar triðjaparti sambært punkti 1 omanfyri, skal hann strika tær samstundis sum TAKS. Eru tær víðarilatnar triðjaparti sambært punkti 2, 3 og 4, skal hann ikki strika tær, fyrr hann ikki longur kann brúka tær til at útinna lógarkravdu uppgávur sínar.