Skriva út  

Kontaktupplýsingar, sum TAKS hevur um virkið, t.e. adressa, telefonnummar o.a. Til ber at hava tvær ymiskar adressur. Eina høvuðsadressu, har virkið heldur til, og eina postadressu, um posturin skal fara aðrastaðni enn til høvuðsadressuna.

Yvirlit yvir skyldur, ið virkið (v-talið) er skrásett við.

Upplýsingar, sum virkið er skrásett við í Vinnuskránni hjá TAKS, t.d. ábyrgdarpersónur, grannskoðari, konta til útgjøld og annað. Her sæst eisini, hvørji v-tøl, ið hoyra saman við virkinum. Sum standard verða víst virkin v-tøl.

Her kanst tú eisini heinta skrásetingarprógvið hjá virkinum í Vinnuskránni: Trýst á grøna knøttin "Heinta skrásetingarprógv," og prógvið leggur seg niðast í vinstra horni sum PDF-fíla.

Upplýsingar, sum virkið er skrásett við hjá Skráseting Føroya, t.d. skrásetingarnummar, skrásetingarstaður, partapeningur og annað. Hjánøvn og/ella skipanøvn, ið eru skrásett hjá TAKS, síggjast eisini á hesi síðu.

Eru upplýsingarnar ikki rættar, set teg í samband við Skráseting Føroya, tel. 356010, skr@skraseting.fo.

At feløg eru samskattað merkir, at ein felags skattauppgerð verður latin inn fyri feløgini, sum eru fevnd av samskattingini. Skattauppgerð verður tískil bert skrivað út til móðurfelagið fyri samlaða úrslitið hjá øllum teimum feløgum, sum eru fevnd av samskattingini. Dótturfeløgini skulu tó gera eina sjálvstøðuga uppgerð av skattskyldigu inntøku síni, men úrsltið verður flutt á samlaðu uppgerðina, sum móðurfelagið letur inn og verður sett í skatt av.

Í kunngerðini um samskatting av feløgum eru ásetingar um, hvussu ein viðger skattligt hall frá áðrenn samskatting og hall, staðfest undir samskatting.

Les meira um samskatting á www.taks.fo

TAKS krevur peningatrygd í samband við tollkreditt.

Treytir fyri peningatrygd:

  • Peningatrygdin skal veitast av einum peningastovni, ið váttar, at peningurin er tøkur, tá TAKS krevur tað.
  • Upprunaskjal av peningatrygdini skal latast TAKS í varðveitslu.
  • TAKS ásetir støddina á peningatrygdini. Minsta trygd er kr. 100.000.
  • Peningatrygdin kann einans sigast upp av TAKS.
  • Handveð í fastari ogn kann ikki brúkast í staðin fyri peningatrygd.

Broytingar, ið viðvíkja uppathaldi og avhending av virksemi, skulu fráboðast antin til Skráseting Føroya ella til TAKS.

Tey, sum skulu boða frá til Skráseting Føroya, eru t.d. partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg. Vegleiðing í hesum sambandi fæst frá Skráseting Føroya.

Tey, sum skulu boða frá til TAKS, eru t.d. einstaklingsvirki, áhugafeløg, íognarfeløg og sjálvsognarstovnar. Boðast skal frá broytingunum innan 8 dagar, áðrenn tær taka við. Til at boða frá, nýtir ein oyðublaðið “Frámeldingarskjal til Vinnuskránna – uppathald/avhending.”

Heinta oyðublaðið Frámeldingarskjal til Vinnuskránna – uppathald/avhending (www.taks.fo)

Heimasíðan hjá Skráseting Føroya