Skriva út  

Eintolling skalt tú nýta, tá tú bara hevur eitt góðs og ein faktura at tolla. Skriva góðsnummarið, og fakturin kemur fram. Tá ið hann er útfyltur, tekur skipanin teg víðari til næsta stig í tollingini.

Í hóptolling kanst tú tolla eitt ella fleiri góðs og ein ella fleiri fakturar. Byrja við at para góðs og tilhoyrandi fakturar.

Yvirlit yvir alt góðs, sum virkið hevur innflutt til Føroya. Leitast kann upp á tíðarskeið ella merki/farmabrævsnummar. Í tíðarskeiði verður ótollað góðs víst sum standard, men tú kanst velja tollað góðs afturat, tá leitingin verður víst. Tú sært 3 mánaðir í senn.

Allir skrásettir fakturar, sum ikki eru tollaðir, sama hvør persónur á virkinum hevur stovnað teir. Virkið kann tískil býta tollingararbeiðið millum fleiri starvsfólk. Til ber at broyta og strika fakturar, og tú kanst eisini lesa inn fakturar við fílu.

Her kanst tú stovna fakturar við at skriva í teigarnar á síðuni og trýsta á goym. Til at broyta ella strika faktura, far undir skiljiblaðið “Ótollaðir fakturar”.

Toll- og vøruskráin er eitt uppslagsverk, ið vísir toll og onnur avgjøld á vørum, sum tú keypir úr útlondum. Vørunumrini eru tey somu í øllum londum, sum vit hava handilssamstarv við, t.d. í ES og EFTA. Hetta ger tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at samskifta við samstarvsfelagar uttanlands.

Á síðuni er vegleiðing um, hvussu tú leitar í skránni.

Les meira um toll- og vøruskránna á www.taks.fo

Yvirlit yvir tollrokningar hjá virkinum. Leita upp á tíðarskeið, rokningsnummar, góðsnummar ella farmabrævsnummar. Tú sært tríggjar mánaðir í senn.

Yvirlit yvir allar tollrokningar hjá speditørum upp á tvørs av teimum virkjum, sum tollavgreitt verður fyri. Vel rokningsnummar, góðsnummar, farmabrævsnummar ella fakturanummar og trýst á “Vís.”

Samlað yvirlit yvir óavgreitt góðs og óavgreiddar fakturar hjá øllum virkjum.

Tollur verður roknaður av faktura + frakt.
Avgjald verður roknað av faktura + frakt + tolli.
Avgreiðslugjald á 30 kr. verður lagt afturat.
Mvg verður roknað av faktura + frakt + tolli + avgjaldi.

CIF (Cost, Insurance and Freight)
FOB (Free On Board)
EVA (Flytigóðs)

Eitt upprunaland er eitt land, har ið vøra upprunaliga er framleidd. Til at prógva eitt upprunaland, krevst ein upprunaváttan.

Váttanin kann bert nýtast til vøru, sum hevur uppruna sín í landi, sum Føroyar hava fríhandilssáttmála við, t.e. Ísland, Noreg, Sveis og øll ES-lond. Er eingin upprunaváttan, kemur vøra altíð undir GATT-toll, hóast hon hevur uppruna sín í nevndu fríhandilslondum.

Gev gætur
Upprunaland skal ásetast undir bæði Eintolling og Stovna faktura. Í teiginum er ein landalisti, har upprunaland kann veljast. Kennir tú ikki landið, vel tá Ókent land. So tollar tú rætt.

Fyritøkur, sum innlesa fílur, kunnu – áðrenn tær lesa inn – broyta landakoduna í fíluni til -1 (minus eitt), sum er kodan fyri Ókent land. Ella tær boða fíluveitara sínum frá koduni.

Lógargrundarlag

Tolllógin (www.taks.fo)

Lóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (www.taks.fo)