Skriva út  

Yvirlit yvir kontur og yvir skuld og áogn virkisins hjá TAKS. Yvirlitið vísir eisini, hvussu nógv er fallið til gjaldingar, og um kontan er farin til innheintingar. Gev gætur, at talan er um kontur virkisins hjá TAKS, ikki um peningastovnskontur.

Yvirlit yvir bókingar, sum tú kanst leita fram upp á kontuslag og tíðarskeið. Leitingin er avmarkað til 1 ár í senn. Skriva yvirlitið út við at trýsta á knøttin “Skriva út”, og flyt tølini yvir í Excel við at trýsta á knøttin "Flyt út dáta".

Konta fyri skatt er ikki við í yvirlitinum.

Gjaldingar, sum virkið hevur biðið um at fáa gjørdar ávísan dag frammi í tíð.