Skriva út  

Vinnugluggin er bygdur upp við einari grønari høvuðsmenu ovast. Trýst á eitt evni, og fram kemur ein grá undirmenu við fleiri møguleikum.

Uttast til høgru á høvuðsmenuini kunnu vera tríggjar hvítar strípur  Tær fortelja, at fleiri evnir eru at velja í á høvuðsmenuini. Trýst á strípurnar, og tey koma fram.

Vinnugluggin er gjørdur til teldur og teldlar. Vit mæla til at brúka hann á hesum tólum.

Vinnugluggin virkar í øllum vanligum browsarum, t.d. Chrome, Firefox og Internet Explorer.

 

Hav tó í huga

Ritar tú inn við gamla brúkaranum (Java), skalt tú brúka Internet Explorer ella Firefox.

Ritar tú inn við Mínlykil, men hevur ikki knýtt allar java-brúkararnar at honum enn, skalt tú brúka Internet Explorer  ella Firefox.

Ritar tú inn við Mínlykil og hevur knýtt allar java-brúkararnar at honum, kanst tú rita inn við øllum browsarum.

Gev gætur, at framyvir skal ritast inn í Vinnugluggan við Mínlykil. Hevur tú ikki Mínlykil, kanst tú bíleggja hann á www.minlykil.fo. Knýt hann síðan saman við gamla java-brúkaranum, tá virkar gluggin best.

Oman fyri hvørja talvu á síðuni er ein knøttur, sum eitur “Flyt út dáta”. Trýst á hann og flyt upplýsingarnar frá talvuni yvir í Excel.

Vilt tú fáa meira at vita um einhvørja funku á Vinnuglugganum, kanst tú skriva í leititeiginum ovast til vinstru. Skriva antin alt leitorðið ella ein part og enda við stjørnutekni (*).

Leititeigurin er bert til síðurnar, sum hoyra til "Vegleiðingar".

Fyri at verja upplýsingar tínar, skalt tú minnast til at rita út aftur, tá ið tú hevur avgreitt ørindi tíni á Vinnuglugganum. Trýst á gula knøttin “Rita út” ovast til høgru á síðuni. Skipanin ritar teg sjálvvirkandi út tveir tímar eftir seinastu hending.