Skriva út  

Her ber til at splitta høvuðsgóðs og stovna undirgóðs. Tú kanst leita upp á høvuðsgóðsnummar ella farmabrævsnummar.

Yvirlit yvir øll høvuðsgóðs, sum eru klár at splitta. Tú kanst leita upp á tíðarskeið.

Alt góðs, sum er flutt til Føroya fyri onnur feløg. Tú kanst leita upp á tíðarskeið ella merki/farmabrævsnummar. Í tíðarskeiði verður ótollað góðs víst sum standard, men vel tollað góðs afturat, tá leitingin verður víst. Tú sært 3 mánaðir í senn.

Fá allar upplýsingar um eitt ávíst góðs og broyt tær, um neyðugt. Tú kanst leita upp á góðsnummar. Gev gætur, at er góðsið tollað, kanst tú ikki broyta upplýsingarnar.

Yvirlit yvir góðs hjá kontantkundum, sum ikki er goldið og tí eigur at standa á goymslu. Tá tollararnir koma til pakkhúseftirlit, skal hetta yvirlit samsvarað við tað góðs, sum liggur á goymslu. Tú kanst leita upp á tíðarskeið. Tú sært tríggjar mánaðir í senn.

Yvirlit yvir avsendarar, sum tú hevur stovnað í sambandi við góðsavgreiðslu. Hiðani kanst tú eisini stovna og broyta egnar avsendarar, so at lættari er at finna teir fram. Hetta er serliga hent, tá talan er um afturvendandi avsendarar.