Flutningsfelag
Sum flutningsfelag kanst tú skráseta ella broyta góðsupplýsingar. Meginpartin kanst tú gera beinleiðis á glugganum.

Skalt tú broyta góðsupplýsingar, finn so fram góðsið við at leita upp á góðsnummar ella farmabrævsnummar. Tá tú rættar og goymir góðsupplýsingarnar, sær innflytarin rættingarnar í glugganum beinanvegin.

Tá ið góðs verður útflýggjað, skal flutningsfelagið kanna eftir, um móttakarin hevur goldið toll av góðsinum. 

 

Innflytari
Sum innflytari kanst tú skráseta og tolla fakturar. Tú kanst eisini útskriva tollrokningar. Ert tú vinnuligur kontantkundi, kanst tú gjalda tollrokningarnar gjøgnum Vinnugluggan.

Eru allar góðsupplýsingar ikki í lagi, kanst tú ringja til flutningsfelagið og fáa hana at rætta í góðsupplýsingunum, áðrenn tú gjøgnumførir tollingina.

Umboðsbrúkari 

 

Grannskoðarar og bókhaldarar kunnu fáa beinleiðis atgongd til Vinnugluggan hjá teimum virkjum, teir arbeiða fyri. Til tess skulu virkini senda TAKS eina fráboðan um at geva grannskoðaranum ella bókhaldaranum atgongd til Vinnugluggan.

Heinta umsóknarblaðið her.

 

Mvg-skrásettur
Sum mvg-skrásettur kanst tú lata inn mvg-uppgerð tína og gjalda rokningina samstundis. Tú kanst eisini gjalda fram í tíð. Tá velur tú bert ein nýggjan gjaldsdag.

Speditørur
Sum speditørur kanst kanst tú splitta, skráseta og tolla góðs fyri kundar tínar. Tú kanst eisini útskriva tollrokningar fyri teir. Tollrokningar fyri vinnuligar kontantkundar verða goldnar gjøgnum Vinnugluggan.

Eru feilur í góðsupplýsingum, skalt tú ringja til flutningsfelagið og fáa hana at rætta feilin, áðrenn tú gjøgnumførir tollingina.

Speditørar síggja ikki lønarupplýsingar.

 

 

 

Flutningsfelag 

Sum starvsfólk á einum flutningsfelagi ella einum speditøri fært tú atgongd til nakrar serligar funktiónir undir skiljiblaðnum Góðs. Td. sært tú yvirlit yvir tað góðs, sum títt flutningsfelag hevur flutt til Føroya í einum ávísum tíðarskeiðið. Tú sært eisini allar upplýsingarnar um góðsið og um ein feilur skuldi verið í skrásettu upplýsingunum, ber til at rætta hann. Til ber ikki at broyta í góðsupplýsingunum, tá góðsið er tollað,

Eitt flutningsfelag kann skráseta 

Øll atgongd til Vinnugluggan verður stýrd av brúkararættindum og teimum skyldum, sum knýttar eru til virkið ella einstaka brúkaran.

Fær brúkari atgongd til Vinnugluggan, er tað altíð í sambandi við eina fulltrú til eitt ávíst virki. Brúkarin kann ikki fáa fleiri rættindi enn tey, sum virkið er skrásett við.

Serlig atgongdir eru galdandi fyri hesar bólkar:

  • Flutningsfeløg
  • Speditørar
  • Umboðsbrúkarar

Vilt tú gerast brúkari av Vinnuglugganum, send eina umsókn til taks@taks.fo.

Heinta umsóknarblaðið her (PDF)

Framyvir skal ritast inn í Vinnugluggan við Mínlykil. Við honum kanst tú rita inn allastaðni frá í mun til gomlu skipanina við Java, sum bert kundi brúkast frá ávísari teldu.

Hevur tú Mínlykil?
Knýt hann so saman við gamla java-brúkaranum. Trýst á Rita inn > Gomul innritan (Java) og rita so inn við gamla brúkaranum, sum tú plagar. Tú kanst bert brúka Internet Explorer ella Mozilla Firefox til hetta. Trýst síðan á knøttin Skift til Mínlykil.

Hevur tú ikki Mínlykil?
Bílegg tær ein á www.minlykil.fo (letur upp nýggja síðu).

Tá ið tú hevur fingið lykilin, knýt hann so saman við gamla java-brúkaranum. Trýst á Rita inn > Nýggj innritan (Mínlykil) > Rita inn við Mínlykil. Her brúkar tú lykilin, sum tú hevur fingið. Vel so Knýt brúkara til Mínlykil og rita inn við gamla brúkaranum. Tú kanst bert brúka Internet Explorer ella Mozilla Firefox til hetta.

Ivast tú?
Spyr kundatænastu okkara á 35 26 00 ella á taks@taks.fo gerandisdagar frá 10 til 15. Tey vegleiða fegin.